AWI 39 PAX

Á sumri í 2023 stóð okkara fyrsti AWI33 ferðafólkabátur liðugur og klárur at lata einum kunda í Grønlandi. Eftir hesa spennandi uppgávuna, hava vit projekterað ein størri ferðafólkabátur, sum er 11,86 metur og tískil gevur betri pláss í innrættingini til ferðafólk hóast ferðafólkatalið verður tað sama – 12 fólk afturat manningini. Høvuðsendamáli er tískil hitt sama – at lata tey ferðandi njóta stórslidnu grønlendsku náttúruna, í einum róligum tempo.

Við levering er báturin góðkendur av Søfartsstyrelsen.

Fakta

Totallongd

11,86 Metur

Breidd

4,00 Metur

Djúpt

1,81 Metur

Ferðafólk

12 persónar

Manning

2-3