AWI 33

AWI 33 varð mentur í tøttum samstarvi við føroyskar fiskimenn. Frá byrjan var málið at sniðgeva og byggja ein bát, ið var serliga væl egnaður til tað harða, krevjandi og opna havið kring Føroyar. Úrslitið gjørdist ein sterkur AWI 33, sum ger tað harða lívið á sjónum nógv meira komfortabult.

Dekkið er 19,5 m² og kann býtast upp í fleiri arbeiðsøki. Gott pláss er til seks sjálvvirkandi pilkamaskinur, krabbaspøl og linespøl, umframt upp til 40 langlinur.

AWI 33 hevur eina framúr góða lastievni upp á 12,5 m3. Í kabinuni eru tríggjar koyggjur og beinkir. Stýrhúsið er sera komfortabult innrættað. Frá skipsførarasessinum er lætt at handfara bátin trygt, tí útsýnið er gott og øll navigatiónsútgerð er við hondina.

Stevnið á AWI 33 er ísforsterkað, og báturin hóskar eisini væl til tvey til trý fólk umborð. Báturin kann eisini latast sum brunnbátur við 12,5 m3 last til flutning av livandi toski og laksi.

Fakta

Totallongd

10,43 Metur

Breidd

3,75 Metur

Djúpt

1,67 Metur

Max ferð

10 knob/T

Motorstødd

200-250 Hk