Tænastur
Ein álítandi veitari av útróðrarbátum í meira enn 50 ár.

Upptøka og sjóseta
Við egnum stakkara kunnu vit skjótt og lætt lyfta bátin upp til árliga eftirlitið. Umráðandi er at veðrið er til vildar. Vit hava tí gjørt ein formular, har til ber at umbiðja upptøku & sjóseting.

Viðlíkahald av báti
Vit gera størri og smærri viðlíkahald av bátum. Vit hava eitt nú stoypt slengrikjølar, kúlustevnir, ísett nýtt dekk og mangt annað í bátasmiðjuni. Felagið hevur løggilding til at byggja og gera størri umvælingar av glasfiburbátum.

Eykalutir á goymslu
Deilirnar til bátin fært tú hjá okkum. Vit hava eitt breitt úrval av vørum til bátar á goymslu. Vøra kemur hvørja viku, og kunnu vit tí eisini bíleggja okkurt ávíst til tín bát.

Upptøka og sjósetan
Vit kunnu takað bátar upp og sjóseta, fyri at gera tað er neyðugt at senda eina umsókn niðanfyri, so venda vit aftur við einari tíð.
Ætlar tú at gera okkurt við bátin?
Hvørt tað er stórar umvælingar ella ein minni uppgáva, so ber til at tosa við okkum, fyri at koma víðari við uppgávuni.
Jóhan Henrik Olsen
Stjóri