Bátar
Ein álítandi veitari av útróðrarbátum í meira enn 50 ár.

AWI 33
AWI 33 er mentur í tøttum samstarvi við føroyskar fiskimenn og bygdur til at klára harðu og krevjandi umstøðurnar á havinum kring Føroyar. Úrslitið er ein sterkur og álítandi bátur, sum ger arbeiðið á sjónum bæði lættari og meira komfortabult.
Báturin er rúmligur og væl egnaður til ymisk sløg av fiskivinnu, við góðum arbeiðsplássi og góðum umstøðum umborð. Í kabinuni eru góðir hentleikar til manningina, og stýrhúsið er innrættað við denti á trygd og góða yvirskipan.

AWI 33 PAX
Hesin ferðafólkabáturin er bygdur til krevjandi grønlendsk sjóøki og hevur pláss til upp til 12 ferðafólk.
Báturin er gjørdur til góðar og hugnaligar upplivingar á sjónum, har tú veruliga kanst njóta náttúruna og vakra útsýnið. Dentur er lagdur á komfort, trygd og eina góða uppliving fyri bæði ferðafólk og manning.

AWI 39 Standard
AWI 39 er mentur í tøttum samstarvi við føroyskar og grønlendskar fiskimenn og byggir á vælkenda sniðið hjá AWI 33. Báturin er gjørdur til at klára tær harðu og krevjandi umstøðurnar kring Føroyar og Grønland.
Við góðum arbeiðsplássi, stórari lastievni og komfortablum umstøðum umborð er AWI 39 væl egnaður til vinnuligt arbeiði á sjónum. Stýrhúsið er innrættað við denti á trygd, gott útsýni og góða arbeiðsumstøðu fyri manningina.

AWI 39 Grønlandsmodel

AWI 39 PAX
Hesin ferðafólkabáturin er bygdur til krevjandi grønlendsk sjóøki og hevur pláss til upp til 12 ferðafólk.
Báturin er gjørdur til góðar og hugnaligar upplivingar á sjónum, har tú veruliga kanst njóta náttúruna og vakra útsýnið. Dentur er lagdur á komfort, trygd og eina góða uppliving fyri bæði ferðafólk og manning.

AWI 49
Hesin stóri fiskibáturin upp á 49 fót er sniðgivin til fiskiskap undir krevjandi umstøðum og til túrar, sum eru í fleiri dagar.
Báturin hevur pláss til seks mans umborð og góða lastarúmd til upp til 70 fiskakassar. Hetta er ein av størstu fiskibátunum, vit hava teknað, við denti á arbeiðspláss, rúmligheit og góðar umstøður á sjónum.
Hug at vita meira um bátarnar?
Tá nýggjur bátur skal gerast, eru nógvir spurningar, so setið tykkum endiliga í samband við okkum. Vit svara fegin spurningum.
Jóhan Henrik Olsen
Stjóri