Upptøka og sjósetan

Ynskir tú at fáa bátin uppá land ella aftur á sjógv.

Send okkum eina umbøn og vit venda aftur til tín sum skjótast, við einar tíð til at fáa hetta gjørt.

Glasfiburbátar
síðani 1971


AWI Boats er elsta og best kenda navnið innan framleiðslu av glasfibur bátum í Føroyum. Tað vóru Aðalstein Anthoniussen og Willy Christiansen, sum í 1971 stovnaðu fyritøkuna Vejby Boats í Danmark.

Nøkur ár seinni – í 1981 – stovnaði Aðalstein AWI Boats í Føroyum við tí endamáli at framleiða og menna ymisk sløg av AWI-bátum. Í góðum samstarvi við fiskiídnaðin hevur tað eydnast at framleiða glasfiburbátar, sum passa júst til tørvin og ynskini hjá hvørjum einstøkum fiskimanni, og eru fleiri hundrað AWI-bátar framleiddir síðan byrjan.